Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framløga av Endurminningum hjá Jógvani Sundstein

John William Joensen

Mánadagin tann 2. juni kl. 15 verður í H. N. Jacobsens Bókahandli framløga av Enduminningunum, sum Jógvan Sundstein hevur skrivað, ein innbundin bók við 252 síðum og nógvum myndum.

Tað er forlagið Stiðin, sum gevur bókina út.

Har í H. N. Jacobsens Bókahandli fer at bera til at heilsa upp á høvundan.

Sum kunnugt fylti Jógvan Sundstein 75 ár tann 25. mai, og tað er í tí sambandinum, bókin kemur út.

Tað eru alt ov fáir av okkara politikarum, sum skriva enduminningar. Einasti landstýrismaður, sum hevur gjørt tað, er Edw. Mitens, men hansara frásøgn røkkur ikki upp til ta tíð, hann sat í landsstýrinum.

Úrslitið er, at tá nøkur fá ár eru farin, er tað eingin sum veit nakað um hesar stjórnmálamenn. Tann, sum í framtíðini skal skriva Føroya søgu, fer at hava ringt við at siga nakað serligt um hesar persónar, tí eingin veit hvussu teir veruliga vóru.

Tað er at vóna, at tiltakið hjá Jógvani fer at fáa aðrar til at taka seg um reiggj og fara at skriva, um ikki fyri sína egnu skyld, so fyri at lætta um hjá framtíðar søgumonnum at hava eitt sindur at standa á, tá teir skulu fara til verka.

Bókin hjá Jógvani er ein frásøgn um tann vanliga havnardrongin, sum sínum arbeiðssemi og góðu gávum fyri at takka gerst ein av fremstu monnum landsins. Hann gjørdist Føroya fyrsti ríkisgóðkendi grannskoðari, sat í løgtinum í 25 ár, og var bæði landsstýrismaður og løgmaður.

Samstundis er hetta søgan um familjuna, bæði ta stóru ætt hann hevur um alt landið, eins og hansara nærmastu, og tað bæði í sorg og gleði.

Harleyfacadeacryl