Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Finsk framførsla í Atlantis

Høgni Klakkstein

Tammerfors Mumi tema í Atlantis ley. 07. juni kl. 20:00

Tammerfors fer við 100-árahaldið hjá Klaksvík at heilsa býnum við einum Mumi tema.

Tann:          07/06
Klokkan:     20:00
Kostnaður:  70,-

Í hesum sambandið, verður eisini ein heldur øðrvísi finsk konsert í Atlantis. Talan er um finska munnharpu leikarin; Heikki Måenpåå, sum saman við øðrum, fer at spæla á munnharpu o.a., meðan tveir mans framføra ein leik, um Mumitrøllini, á uppvørpu.

Mumidalurin í listasavninum í Tammerfors hevur sett upp eina nýggja framsýning við vinarlagi sum tema, tí vinarlag er at finna í Mumindalinum og er eisini eitt megintema í mumiu bókunum. Í framsýningini er ein videouppseting, fýra stórar trídimensional talvur av Tuulikki Pietiläs og endurgerðir av Tove Janssons upprunamyndum sum gjørdust uppruni til bøkurnar um mumie trøllini. Alt framsýningartilfarið byggir á mumiesavnið á listasavninum í Tammerfors, sum Tove Jansson, Tuulikki Pietilä og Pentti Eistola góvu til býin Tammerfors og listasavnið har fyri 20 árum síðani.

Bæði Summuniken og Mumitrøllið ferðast til Kalskvíkar. Tey hava fyrireika tríggjar ymsar 20 minuttirs multimediakonsertir fyri vinum sínum í Føroyum. Fyrsta konsertin sýnir fram Tammerfors, Tove Jansson og Mumidalin. Næsta munnhørpuskúlan hjá Susmumriken, og er nógv umhildin av teimum, sum vilja læra seg at spæla munnharpu. Triðja er um nátturu, søgu, mat og menniskju í Tammerfors.

Stjórin fyri listasavnið í Tammerfors Toimi Jaatinen kmeur til Klaksvíkar úr Tammerfors og fer at seta framsýningina. Toimi Jaatinen kann, um ynskt verður halda fyridrag um verkætlanina Luova Tampere (Kreativa Tammerfors).

Heikki Mäenpää (Snusmumriken) og Jarmo Talasinne (Mumitrøllið) standa fyri framførsluni og hava høvuðsleiklutin í mumiuleikinum.

Komponisturin og framleiðarin Heikki Mäenpää er hann, sum hevur komponera og oftast framført mumitónleikin. Fyrstu mumiutónleikin gjørdi hann í 1989. Síðani hevur hesin mumiutónleikur av Heikki Mäenpää verið framførdur ymsa staðni í verðini umframt í Finlandi sjálvandi.

Mumiutónleikurin hjá Heikki Mäenpää hevur longu verið framførdur við tvær verðinsframsýningar. Tá Tammerfors Listasavn skipaði fyri 60-árakonsertin fyri mumitrøllinum, fyriskipað av Heikki Mäenpää, Mamio Talasrinne og Janne Gallen-Kallela-Sirén, vóru 120 000 vitjandi í tveir dagar á norðurlendska pallinum í Japan. Tað verður mett at 30 milliónir japanarar hugdu at TV-sendingunum.

Mäenpää hevur skrivað tónleik til 20 framsýningar hesi 25 árini. Hann skrivar eisini tekstir og er fyriskipari.

Hjálparmaðurin á Tammerfors listasavninum, Jyrki Järvinen, er við í uppsetingini av framsýningunum og stendur fyri tí tøkniliga. 

Sí meira á heimasíðuni hjá Atlantis Klikk her: Atlantis