Hóskvøldið 5. juni kl. 20. 17 Sangarar, kvinnukórið SUÐ luttaka saman við Moniku Stauss Joensen violin og Helgu Hilmarsdóttir Gerðalíð á klaver.
Nú hóskvøldið 5. juni kl. 20 fara kórini 17 Sangarar og kvinnukórið SUÐ á pallin í Toyota í Klingrugarði.
Kórini hava havt nógvar konsertir, men nú fara tey so á pallin saman.
17 Sangarar fara at framføra føroyskar sangir. Onkrir av sangunum er nýggir og nývandir, meðan gamlir kenningar eisini verða við í skránni.
Kvinnukórið SUÐ, sum hevur gjørt nógv um seg seinastu árini koma eisini við føroyskum sangum. Eisini við onkrum løttum klassiskum stykki og jazzi, har Pætur við Keldu hevur fylgispælið á klaver.
Monika Stauss Joensen og Helga Hilmarsdóttir Gerðalíð, sum ofta hava fylgt 17 Sangarum á konsertferðum bæði í Føroyum og uttanlands, fara at spæla lættan klassiskan tónleik á violin og klaver.
Steinvør Fonn stjórnar kvinnukórinum SUÐ og Jógvan við Keldu 17 sangarum.
Atgongumerkini verða seld við dyrnar og kostað 70 krónur.




