Sigast má, at skúlin dugur at lagað seg til nýggjar tíðir. Á ítróttardegnum hesaferð, var tætt samband ímillum Eysturoynna og Norðoyggjar.
Beinta Vang, ein av samskiparunum sigur, at Skúlin á Ziskatrøð og Skúlin við Ósánna valdu hesaferð eisini at bjóða skúlabørnum úr Leirvík, Gøtu og Fuglafirði við, og sigast má, at dagurin var sera væl eydnaður.
Ítróttardagurin var fyri 3. og 4. flokkarnar. Vit byrjaðu kl 8.50 á plenuni í Klaksvík, har næmingarnir vórðu bíttir upp tí bólkar, soleiðis at børn ymsastaðni frá komu í sama bólk.
Síðani var skipað fyri aktivitetu á vøllinum, í fimleikarhallunum, í Svimjihøllini, ítróttarhøllini og Badmintonhøllini.
Bólkarnir hava so rokerað runt við 45 minuttum á hvørjum staðnum og hava roynt mangt ymiskt.
Vit hava ikki lagt dent á kappingar, heldur hava vit skipað fyri ymiskum rørsluspølum fyri børnini og tað hevur hugað teimum sera væl og láturin hevur verið nógvur ídag.
Ymisku tiltøkini hava verið sera intens í teim ymisku greinunum, og nú børnini hava verið runt allastaðni og dagurin er liðugur eru tey móð og væl nøgd.
Beinta Vang sigur at enda, at veðrið var eitt sindur óhugaligt allar fyrst ímorgun, men sum dagurin leið gjørdist veðrið betur og betur og alt í alt hava vit havt ein fínan dag.




