Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Gongufelag skipar fyri gongutúri norður á Skálatoftir

(Hannefía Joensen)

Hugnaligur og søguríkur gongutúrur við frásøgufólki verður sunnudagin 08.juni kl. 15 til avtoftaðu bygdina Skálatoftir.

Tá komið er norður á Strond verður fyrst gingið til rættina á Grótryggi, áðrenn komið verður Norður á Dal. Haðani verður gingið norður á Nestoftir, har stór toft er sjónlig í lendinum.
Síðani verður hildið á norður á Linklett, har neyst hjá Skáltafólki vóru. Haðani úr Krossdali verður gingið eftir heiðalendinum og um øll gilini norður til bygdina, har matpakkin verður etin. Her verður eisini høvið at hugleiða um ta syndarligu lagnu henda bygd fekk.

Enn er heilt sjónligt hvussu bygdin hevur verið, gamla búsetingin norðuri við Mataráirnar og nýggjari á Suðbø, saman við bøgarðinum og lendingini Kleivini.

Eisini verður farið norður á Ásugjógv, har møguleiki var hjá útróðrarbátum at seta upp – um ikki var vunnið inn ágjøgnum Haraldsund.

Aftaná verður farið heimaftur á Strond, har skipaður flutningur er við bussi inn aftur til Klaksvíkar.

Tilmelding á:
Norðoya Kunningarstovu, tel 456939 info@klaksvik.fo

Kostnaður:
kr. 40,- (fyri limir ) kr. 60,- (fyri ikki-limir) íroknað prísin er flutningur við bussi Klaksvík-Strond-Klaksvík

Møguleiki verður eisini at keypa sandwich áðrenn fráferð

Longd á túri:
umleið 5 tímar

Torleikastig:
lættur/miðal

Fráfaringarstað:
Norðoya Kunningarstova, Varpabrúgvin 1, Klaksvík