Tann 24. juni fáa vit vitjan av trimum spaniólum, sum umframt framførslu, koma at hava verkstovu, ella skeið í flamenco dansi
Flamenco úr Andalusien í Spania
Tann: 24/06
Klokkan: 20:00 (framførsla)
Leikarar: Carmen Alvarez: dansari. Francisco Garcia: sangari og Juan Celi: guitarleikari.
Í døgunum 23. juni – 7. juli skipar Norðurlandahúsið fyri spennandi Flamenco tiltakið við luttøku av trimum yrkislistafólkum úr Spania, ið dagliga starvast innan flamenco.
Tiltakið er partur av 25-ára hátíðarhaldinum hjá Norðurlandahúsinum og verða verkstovur og framførslur í Klaksvík, á Tvøroyri, í Nólsoy og á Sandi umframt í Norðurlandahúsinum og Sjónleikarhúsinum í Havn.
Á teim styttru verkstovunum fáa luttakararnir eina introduktión og høvi at royna síni kynstur innan flamenco dans og rytmu sum heild. Á tí longru verkstovuni í Norðurlandahúsinum verður harumframt høvi til at fáa frálæru í flamenco sangi og guitarspæli.
Framførslurnar leggja sjálvsagt størst dent á flamenco siðvenjuna, men av tí at dansarin, Carmen Alvarez , kennir til Føroyar og føroyskan tónleik hevur hon gjørt koreografi til ein sang hjá Eivør og ein hjá BUDAM og ætlar hon at framføra hesar dansir eisini.
Framførslan í Sjónleikarhúsinum 5. juli er partur av Summartónafestivalinum og verður eitt slag av jam-session, og áhugavert verður at síggja, hvat spyrst burturúr, tá ið føroysk og andalusisk mentan hittast.
Framførsla í Atlantis: Kl. 20:00. og verkstova: Kl. 16:00 til 18:00
Kostnaður fyri verkstovu og framførslu í Atlantis kr.150,-!
Tilmelding til verkstovu, á kr. 100,- á tlf. 281810, ella via teldupost til husid@husid.fo
Atgongumerki til framførsluna, á kr. 100,-, fáast á Shell-støðini í Klaksvík og við dyrnar.




