120 metur langa seismikkskipið Geowave Master, við Høgna West sum stýrimanni, kom í Ánirnar í kvøld saman við tveimum supplyskipum.
Vit vóru í Ánunum í kvøld við myndatólinum og fingu at vita, at eitthvørt var áfatt við undirskipinum og tí vóru kavarar frá JT kaving klárir tá skipið kom at og sagt var eisini at serfrøðingar skuldu koma úr Noregi at kanna trupulleikarnar sum skipið hevur.
Sagt verður at umlei 60 fólk eru við Geowave Master og umleið 10 fólk við hvørjum av teim báðum supplybátunum sum fylgdu Geowave. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eitt prát við Høgna West í kvøld.




