Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lesarabræv: Er tað ikki ólógligt ?

(Hannefía Joensen)

Soleiðis ljóðaði spurningurin frá einum tíðindafólki í Kringvarpinum. Spurningurin var sjálvandi um Landssjúkrahúsið, og tíðindafólkið ivaðist ikki í, at Føroya Løgting hevði undirbugetterað Landssjúkrahúsið á fíggjarlógini. Er tað ikki ólógligt?

Hin spurdi visti ikki rættiliga, men heilt stovureint var tað neyvan og tað líktiskt onkrum sera kreativum.

Kom at hugsa um nýggja miðnámsskúlan í
Marknagili, sum uttan iva er undirbugetteraður við 100-200 milj. kr. Merkiligt at okkara Kringvarp ikki hevur funnið uppá at sett landsstýriskvinnuni sama spurning : Er tað ikki ólógligt ? Er tað ikki at bróta fyrisitingarlógina ?? ella hvussu?

Spurt kundi eisini verið um allar sjúkrarøktarfrøðingarnar sum brúktu allar hasar pengarnar til ferðina til Stokholms.
Hvussu nógv kostaði tað skattaborgarunum, tá alt er talt við, eisini vikararnir. Og er tað lógligt ella moralskt forsvarligt í hesum trongu tíðum.

Kringvarpsgjaldari