Árligi fótbóltsskúlin hjá KÍ verður í døgunum 12.-13. august og í ár verður høvuðsvenjarin, Jesus Gutierrez, vanliga nevndur Guti, sum er ungdómsvenjari í spanska stórfelagnum Real Madrid F.C.
Tíðindaskriv frá KÍ:
KÍ fótbóltsskúlin 2008 verður í døgunum 12.-13. august.
Høvuðsvenjari á skúlanum er Jesus Gutierrez, vanliga nevndur Guti, sum til dagligt er ungdómsvenjari í Real Madrid F.C.
Fótbóltsskúlin er fyri gentur og dreingir í aldrinum 10-16 ár (f.1992-1998). Kostnaðurin er 400kr.
Íroknað kostnaðin er:
– 4 venjingar
– Døgurði báðar dagarnar
– T-shirt frá Sport-Master
– Luttøkubræv
Allir luttakarar skulu hava sín egna bólt við til venjingarnar báðar dagarnar.
Freistin at melda til er 18. juli. Tað er pláss fyri 100 luttakarum. Tilmelding fer fram við at senda teldupost til ki-klaksvik@ki-klaksvik.fo við upplýsing um: Navn, búðstað, føðingardag, tlf.nummar.
KÍ – Ungdómsvenjarin




