Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Airways bjóðar mentaðar pakkaferðir til Stokkholm

Oliver Joensen

Nú er lag á manni at vitja heimlandið hjá Evert Taube, Bellman og Abba. Atlantic Airways byrjar nú rutuflúgving beinleiðis til svenska høvuðsstaðin

Tey, sum vilja elta slóðina hjá Evert Taube, Bellman og Abba, hava nú møguleikan, tí Atlantic Airways bjóðar tvær spennandi pakkaferðir til svenska høvuðsstaðin, Stokkholm. Ferðirnar eru fullar av spennandi upplivingum og frásagnum

Fyrra pakkaferðin er frá 10. til 13. juli. Hon byrjar við rundferð í Stokkholm, har vitjað verður á kendum støðum. Annan dagin verður siglt út á oynna Grinda, har til ber at njóta vøkru náttúruna og hugnaligar sandstrendur. Gist verður á Grinda, áðrenn farið verður til Vaxholm triðja dagin, har Heri Eysturlíð sigur frá.

Haðani verður farið útferð við báti, m.a. fram við Furusundi, har tann kendasti svenski fólkasangarin, Evert Taube, plagdi at spæla. Døgurði verður borðreiddur á oynni. Eftir døgurða verður farið á rundferð á oynni, her nógvir av sangunum hjá Evert Taube vórðu skrivaðir.

Bellman og Abba
Seinna pakkaferðin er frá 14. august til 17. august. Hon byrjar eisini við rundferð í Stokkholm. Annan dagin verður farið at elta slóðina hjá sangaranum, yrkjaranum og tónleikaranum, Carl Michael Bellman, ið varð borin í heim í 1740.

Bellman var umframt tónsmiður ein íspegil, sum m.a. stovnaði kenda Bacchi Ordanin, ið gjørdi gjøldur burtur úr kongligum heiðursútnevningum og fagnaði víni. Limir í felagsskapinum vóru drykkjumenn, ið vóru riknir úr sínum størvum. Nógvar aðrar søgur um Bellman verða sagdar.

Triðja dagin er Mama Mia-sangleikurin við Abba á skránni. Hetta er ein av best umtóktu sangleikum nakrantíð, og 30 milliónir fólk hava higartil sæð hann.

Lesið meira um pakkaferðirnar á www.atlantic.fo.