Tað er Sámal Hansen í Runavík, ið hevur bygt nýggjan bát til Norðdepils- Hvannasunds Róðrarfelag.
Martin Simonsen, formaður í NHR sigur við Norðlýsið, at nýggi báturin verður flotaður ídag í Hvannasundi, og at skipa verður fyri lítlum hátíðarhaldi í hesum sambandi. Uppá fyrispurning okkara um manningin fer at skifta í nýggja bátin nú, sigur Martin, at tað er óvist. Tað er bert manningin á Sundabátinum sum avgerð um teir fara nýggja bátin nú ella seinni, teir hava vant seg við gamla Sundabátin og tað hevur gingið væl, so ivasamt er um nýggi báturin verður tikin í nýtslu í ár.
Gamli Sundabáturin er fimm ára gamal, men hann er illa farin, partvís tí neystið hjá okkum er ov vánaligt, sigur Martin Simonsen at enda.




