Ì dag 13.juni vísa vit dystirnar kl.17.00 og kl.19.45 á stórskíggja.
Dysturin kl.17. Italia – Rumenia.
Italia hevur alt at prógva í hesum dysti, um teir skulu gera sær nakra vón um at koma víðari úr sínum bólki, skulu teir vinna hendan dystin.
Dysturin Kl.19.45. Holland – Frakland
Frankaríki er í somu støðu sum italia. Teir hava null stig aftana ein dyst, og um teir skulu gera sær nakra vón um at vinna EM, er fyrsta krav at teir vinna hendan dystin.
Holland vann sín fyrsta dyst, og vinna teir hendan, eru teir komnir víðari í bólkinum.
So vit kunu heilt sikkurt vænta okkum tveir super góðar dystir í dag. Tvær fótbóltstjóðir hava alt at missa í dag. Og munnu tær ikki færa at gera alt fyri at koma víðari úr bólkaspælinum.
So verið vælkomin niðan í klubban til eitt brak av einum EM kvøldið.
Um midnáttarleitið kemur Mannbjørn at spæla livandi tónleik.
So verið vælkomin niðan í klubban til eitt hugnaligt kvøld við fótbólti og tónleiki.




