Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

6 KÍ-spælarar á U17 landsliðið

John William Joensen

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur KÍ fingið seks spælarar á U17 landsliðið

Í farnu viku var U17 landsliðið í fótbólti tikið út. Seinastu mánaðirnar hava fleiri enn 30 spælarar verið til úttøkuvenjingar, og nú var tann endiligi hópurin við 18 spælarum tikin út. Hesin hópurin skal umboða Føroyar til altjóða kapping í Aberdeen í juli mánaði.

6 spælarar úr KÍ eru við í 18 mans stóra hópinum, og so nógvar spælarar hevur KÍ ikki áður havt á U17 landsliðnum. Teir seks spælararnir eru Teitur Matras Gestsson, Ivan Joensen, Heðin Klakstein, Johan Jacobsen, Helgi Samson og Sørmundur Kalsø.

Harleyfacadeacryl