Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjóraskifti í SAM Headhunting

John William Joensen

Tað sum fyri 15 árum síðani byrjaði í lítlari skrivstovu í forstaði til Odense, er ídag størsta headhuntingarfyritøka í Norðanlondum og hevur tikið dik á seg longur úti í heimi.

Seinasta átakið nú um dagarnar var ein byrjan í Russlandi, Ukraine, Belarus og Dubai. Uppgávur eru og verða eisini
loystar í Føroyum.

Headhuntarar í SAM-Headhunting skulu hava sitið í leiðandi størvum, helst innan vinnulívið.

Tá stovnarin og stjórin av SAM-Headhunting, Niels Schreiner Andersen fylti 65 ár og fyritøkan sama dag fylti 15 ár, staðfesti hann eisini, sum nevnt, at SAM-Headhunting var farin frá hesum ein-mansfelagi til at gerast størsta
headhuntingarfyritøka í Norðanlondum og kann nú eisini metast sum altjóðafyritøka.

Áðrenn hann byrjaði fyritøkuna, var hann m.a. stjóri á A/S Regnecentralen, síðani stjóri á Thrige-Titan A/S og á
Wittenborg A/S.

Í tí sambandi, at Niels í komandi árum fer at leggja frá sær í stjórastarvinum er nýggjur maður komin inn í fyritøkuna, nevniliga Peter Scheuer Jensen, sum skal taka við ovastu leiðsluni 1. januar 2010.

Peter Scheuer Jensen kemur frá stjórastarvi í Synoptik A/S. Áðrenn tað var hann sølu- og marknaðarstjóri í Ejendomsinvest A/S.

Fleiri upplýsingar fáast við at seta tykkum, í samband við:
Tíðindaskriv frá SAM Headhunting Føroyar – 2 – 13. juni 2008 Niels Schreiner Andersen Peter Scheuer Jensen
SAM-Headhunting Føroyar SAM-Headhunting A/S

Jógvan við Keldu,

headhunter Stig Kromann-Andersen,
headhunter jvk@samheadhunting.com
(sum eisini umsitur Føroyar)
www.samheadhunting.com
ska@samheadhuntng.com
www.keldu.com
www.samheadhunting.com