Aðalfundurin hjá Norðoya Sambandsfelag, ið lýstur var at verða mánakvølið, verður í Íverksetarahúsinum (gamla politistøðin) leygarmorgunin
21. juni kl. 10
Av ymiskum orðsøkum er aðalfundurin hjá Norðoya Sambandsfelag útsettur til leygarmorgunin 21. juni kl. 10.
Hann verður heldur ikki á Sjómannsheiminum, sum áður lýst, men í Íverksetarahúsinum á Jústabrekku 1 (gomlu politistøðini).
Á skránni er m.a. nevndarval og hevur formaður felagsins, John William Joensen, boða frá at hann ikki tekur við afturvalið. Eftir aðalfundin verður 1. uppstillingarfundur til býráðsvalið og við á fundinum verður m.a. Hans Arne Bertholdsen, býráðslimur.
Fundurin ferð at viðgerða støðuna í Klaksvíkar Býráð og tær avbjóðingar, sum borgarar í Klaksvíkar Kommunu hava.
Hvørjar broytingar eru neyðugar og hvar skullu vit stimbra?
Møti fjølment!
NORÐOYA SAMBANDSFELAG




