sigur Auðunn Konráðsson, limur í fiskidaganevndini, sum í dag hevur fundast um tilmæli í samband við áseting av fiskidøgnum
– Verður tilmælið frá fiskidaganevndini fylgt verður tað ein fíggjarlig katastrofa fyri útjaðaran.
– Tilráðingin frá Fiskirannsóknarstovuni er óbrúkilig. Eg farið tó ikki at siga nakað um hvat vit fara at mæla til, tann viðgerin er júst byrjað, men eg haldið at tilmælið, sum nevndin lat úr hondum á Ólavsøku í fjør er brúkiligt.
– Eg haldið tað vera sera løgið at vit einki hava hoyrt um hvat politisku flokkarnir meina um politisku útmeldingarnar hjá landsstýrinum – tí um ætlanin er at lurta eftir Fiskirannsóknarstovuni kunnu teir gloyma allar ætlanir um sendistovur, tunnlar og bleyt virðir.




