Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Gongufelag enn ein spennandi gongutúr

Oliver Joensen

Gongutúrur av Syðradali til avtoftaðu bygdina Blankaskála.

Kalsoyggin er eins og fleiri av hinum Norðoyggjunum ein norð- suðurgangandi fjallarøð, men hon er longri og smalri enn hinar, og heldur ikki so javnhøg

Sunnudagin 22. juni skipar Norðoya Gongufelag fyri gongutúri, við ferðaleiðara, av Syðradali vestur um oynna, til avtoftaðu bygdina Blankaskála. Á sólsíðuni á Kalsoynni lá í gomlum døgum bygdin Blankaskáli, haðani fólkið rýmdi fyrst í 1800-talinum eftir eitt skalvalop.

Verður klárt í veðrinum, er ætlanin at ganga av Syðradali niðan gjøgnum Dalin, Katlarnar, uppum Eggina og oman á Blankaskála vestanfyri.

Eftir ein steðg millum gomlu toftirnar á Blankaskála verður farið norðureftir gjøgnum Blankaskálalíð, uppum Húsaeið og oman til Húsar.
Á Húsum verður borðreitt við heitari suppu og flutes. Omaná kaffi og smákøkur

Tað fara at ganga millum 5 og 6 tímar frá tí farið verður av Syðradali til ferðalagið er komið í túni á Húsum.

Farið verður um Galvin um sýnið í erva ikki verður til vildar.

Torleikastig: tungur
Túrurin tekur umleið 5-6 tímar
Fari verður við Sam sunnumorgunin kl. 10:15 Møtt verður á Norðoya Kunningarstovu kl. 10
Prísur: kr. 120,- (fyri limir), kr. 150,- (ikki-limir) íroknað prísin er: ferðaleiðari og máltíð á Húsum
TILMELDING: Norðoya Kunningarstova, tel 456939 info@klaksvik.fo