Fyri stuttari tíð síðani tók Bárður á Lakjuni (SALT) stig til nýggjan spennandi bólk.
Í bólkinum sum hevur fingið navni T.O.S. (tollarar og syndarar) eru umframt Bárður á Lakjuni sum syngur, spælir guitar og onnur fyrifallandi ljóðføri, Jógvan Símun Sevdal trummir, Eiler Hansen el guitar, John Eliasen bas, Jan Nónklett tangentar og John Ellingsgaard akk. Guitar.
Bólkurin er sum sagt spildurnýggjur, men hetta eru garvaðir tónleikarar so eingin ivi er um at her er ein bólkur sum kann borga fyri góðum vælspældum tónleiki. Stílurin er nokk sokallaður eksperimenterandi popp/rokkur, ikki fastlæstur stílur. Onkur sum hava hoyrt bólkin siga at hann til tíðir kann minna um Kayzer’s Orchestra. Annars siga teir sjálvir at tað minnir eitt sindur um bólkar sum Jars Of Clay. Tað er fyrst og fremst Bárður á Lakjuni sum ger tekstir og løg. Talan er um sangir sum peika á Jesus sum vegin, sannleikan og lívið.
Spennandi verður at hoyra hendan bólkin á Fjarðafestivalinum í ár.




