Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Handan av prógvum úti í Grøv

(Rúni Heinesen)

Í morgin, hósdag, fáa næmingar á Tekniska Skúla prógv úti í Grøv

Í morgin, hósdag, kl. 14 verða prógvini latin HT- og SIT-næmingum. Vanligt er, at prógvini verða handaði úti í Grøv. Veðurforsøgnin er hampulig, landnyrðingur og helst turt.
Tað verða 20 HT-næmingar og 24 SIT-næmingar, sum fáa prógv. Aftaná bjóðar skúlin næmingum og avvarandi til kaffi.