Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jørgen Niclasen, Formaður Fólkafloksins: Danmark úr IWC takk

John William Joensen

Føroyar/Grønland eiga at blíva limir í hvalaveiðufelagskapinum IWC og Danmark skal melda seg úr.

IWC er altjóða hvalaveiðifelagskapurin. Hann er stovnaður av hvalaveiðitjóðum og var tað bara lond við hvalaveiðu, sum blivu limir. Danmark hevur ikki verið hvalaveiðitjóð og bleiv Danmark tí bert limur okkara vegna, hetta tí vit og Grønland ikki kundu gerðast limir.

Okkara atkvøða í IWC leggur nú líka í hvat vit og Grønland halda, men vil fylgja ES. Okkara atkvøða umboðar nú sjónarmiðini hjá umhvørvisfelagskapir: Hesar somu, sum av øllum alvi hava roynt at boykotta føroyskar fiskavørur. Hetta gevur onga meining og má broytast.

Í dag er okkara støða broytt so, at Føroyar og Grønland kunnu gerast ein limur undir heitinum DFG. Sama umboðan, sum vit hava í td. NEAFC, NAFO og Nasco. Treytin er, at Danmark ikki er limur.

Tá Danmark ikki er hvalaveiðitjóð, kann tað ikki geva meining, at landið er limur í felagsskapinum, sum umsitur hvalaveiðu. Tí eigur landsstýrið beinanvegin at heita á Danmark, um at melda seg úr, fyri síðan at vit gerast limir saman við Grønlandi. Hetta er ikki besta loysnin, men hon er nógv betur enn núverandi støða, har Danmark selur okkara atkvøðu til hægsbjóðandi niðri í Evropa.

Vit eru nú umboðað ov okkara mótstøðufólki.