Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Westward Ho úr Liverpool til Måløy

Oliver Joensen

Westward Ho skal luttaka saman við millum 70 og 100 øðrum seglskipum árliga Tall Ships’ Race.

Sluppin luttekur í kappsiglingini frá Liverpool í Onglandi til Måløy í Norra.

Westward Ho luttekur í árliga Tall Ships’ Races, har millum 70 og 100 seglskip úr umleið tjúgu londum luttaka. Ein treyt at vera við í kappsiglingini er, at í minsta lagi helvtin av manningini er ungdómur millum 16 og 25 ár og eru eini 5-6.000 ungdómar úr fleiri enn tredivu londum við í kappsiglingini

Eitt endamál við The Tall Ships’ Races er, at tey ungu fáa høvi at koma at kennast tvørtur um landamørk, læra at samstarva og hugna sær saman við javnaldrum úr øðrum londum. Meðan skipini liggja í havn, verður skipað fyri nógvum og fjølbroyttum tiltøkum og virksemi til gamans og álvara. So talan er bæði um kappsigling og um samveru og hugna saman við ungdómi frá øðrum londum.

Westward Ho hevur sekstan koyggjur, og er tað manningartalið, sum kann vera við henni, tá ið siglt verður millum lond. Av hesum er manningin minst fimm: skipari, tveir bestimenn, maskinmaður og kokkur. Restin av koyggjunum eru til ungdómar.

Siglingarætlanin er soleiðis.

Liverpool – Måløy (19 dagar)
18. juli 2008 ámynstring í Liverpool.

18 til 21 juli verðu ligið í Liverpool, har skipað verður fyri ymiskum tiltøkum, meðan riggað verður til.

21. juli verður lagt frá landi saman við øllum hinum skipunum, og luttaka vit nú í einari kappsigling, bert við seglum, til Måløy í Norra.

Koma til Måløy tann 1. august.

1 til 5 august verður ligið í Måløy, har skipað verður fyri ymiskum tiltøkum, meðan ungdómar og manning kunnu mynstra av og onnur koma umborð.

Týsdagin 5. august, møgulig avmynstring í Måløy.

Týsdagin 5. august verður stevnt móti Føroyum aftur. Til ber hjá, í hvusu er nøkrum, av teim ungu at sigla við heim aftur til Føroya.

Meiri upplýsingar um siglingina hjá Sluppini er at finna á www.westwardho.fo.

Meiri upplýsingar um The Tall Ships’ Races 2008 er at finna á www.sailtraininginternational.org.

PS:
Vit mangla nakað av manning til at sigla Sluppina til Liverpool. Um hetta hevur tín áhuga, ella tú kanska kennur onkran, ið kann hava áhuga, so eru meiri upplýsingar um hetta á www.westwardho.fo, har vit lýsa eftir manning á forsíðuni

Vinarliga
Westward Ho