Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjóseting á Skála leygarmorgunin

John William Joensen

Leygarmorgunin kl. 10.00 verður ein stór løta á skipasmiðjuni á Skála, ið er partur av Faroeyard samtakinum.

Tá verður seinna Supply- Chase skipið, ið skipasmiðjan letur byggja fyri Thor reiðaríið í Hósvík, sjósett.

Skipið er alt samalt smíðað í Føroyum, og bygginging hevur gingið sera væl síðani byrjan. Eftir at skipið er sjósett leygarmorgunin, verður tað dokksett á Skála, har tað verður liðugt smíðað, áðrenn tað fer til Danmarkar fyrst í august. Har verður skipið sandblást, metalliserað og síðani málað, áðrenn tað verður latið eigarunum, sigur Jógvan Eliasen frá skipasmiðjusmtakinum í stuttari viðmerking við Norðlýsið.

Umframt Faroeyard sum byggiharri, so eru hesir undirveitarar til verkætlanina: Articon, El-Service, Demich og Radiobúðin. Myndirnar vísa fyrra skipið, ið varð latið fyrr í ár.