Blaðstjórin á Vinnuvitan, Óli á Deild Olsen, heitur beinleiðis á Landsstýrið um at brúka meira pengar.
Undir yvirskriftini; "landsstýrið situr við trumfinum" skrivar blaðstjórin á Vinnuvitan í blaðnum, sum kom á gøtuna í gjár, at svørt skýggj síggjast í havsbrúnni og ótti kennist á fólki og tosað verður um kreppu.
-Í eini støðu sum hesari, har búskaparvøksturin er steðgaður, er alneyðugt at tað almenna kennir sína vitjunartíð….
– Tí er tað ikki rætta tíðin nú at tosa um at spara í tí almenna. Nú er tíðin komin, har fleiri stórar almennar verkætlanir skulu setast í gongd.
– Góða landsstýrið!……. Lærið av mistøkum og byrjið at brúka pening, heldur enn at tosa um sparingar á fíggjarlógini. Tað eru tit, sum sita við trumfinum nú!!
skrivar blaðstjórin á Vinnuvitan, Óli á Deild.
Vinnuvitan kann keypast í sølubúðum kring landið og heimasíðan eitur: www.vinnuvitan.fo




