Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskivinnan í kreppu

(Hannefía Joensen)

Tað vóru ikki hugalig tíðindi sum spurdust í vikuni, tá stjórin í eini av stórstu fiskivinnufyritøkum í landinum segði, at samtakið hevði eitt hall uppá 11 milliónir og at felagið samstundis metti um støðuna hvønn dag.

Hetta kann í ringasta fall hava við sær, at tá vit vakna ímorgin, so eru fleiri enn tveyhundrað arbeiðispláss í Norðoyggjum burtur. Støðan er sera álvarslig og tað er at vóna at landsins myndugleikar megna at laga tað so, at fiskivinnan hóðrar undan so ella so.

Tað er eyðsæð at umskipingar eru neyðugar og at tað valla fer at eydnast heilt at sleppa undan, at okkurt fer fyri bakka í vinnuni.

Nógv hugskot hava verið frammi seinastu tíðina um hvør vegur er rættastur at fara hjá politiska valdinum. Ein áhugaverd viðmerking, sum hevur verið frammi, er hon um at liberaliserað meira í vinnuni og kanska loyva skipum at framleiða meira umborð.

Í Klaksvík komu fyrstu flakavirkini seinast í 50-unum og fyrst í 60-unum, sum bygd vórðu til endamálið at skera og frysta fløk til útflutnings.

Hóast framleiðslan á flakavirkjunum ídag helst ikki kann sammetast við framleiðsluna fyrstu árini, so er tað tó ein sannroynd at stórur partur av framleiðsluni er sera lítið broyttur hesi meira enn 50 árini og spurningurin er tí kanska um tað ikki var júst rætta leiðin at ganga, at loyva framleiðslu av úrdráttum úr fiski umborð á skipum.

Sum vit øll vita, so er sera umráðandi at fiskaúrdráttir eru so feskir sum møguligt. Tí hevði tað helst verið eitt stig á vegnum at fingið enn betri góðsku, um vit í ávísan mun høvdu flótandi flakavirkir ella framleiðsluvirkir kring oyggjarnar at fiska okkara tilfeingi.

Vit kenna jú til hetta við flotanum føroyingar hava havt í Barentshavinum, og framleiðslan hagani hevur øll árini fingið sera góð skoðsmal, kanska einamest orsakað av stuttu tíðini frá tí fiskurin er fingin, til liðna vøran er fryst.

Tað er fínt, tá sagt verður at tað ikki kemur upp á tal at geva vinnuni almennan stuðul. Vinnan sjálv ynskir neyvan at skrúva tíðina aftur til stuðulstíðina. Men hinvegin eigur politiski myndugleikin at taka forðingar burtur, sum eru við til at tyngja umstøðurnar hjá vinnuni at virka optimalt.