Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingið settið Ternuna í sigling uttan um Strandferðsluna og Landsstýri

John William Joensen

Hvørki Strandferðslan ella Landsstýriskvinnan í samferslumálum vóru spurd til ráðs, tá løgtingið avgjørdi at baði Teistin og Ternan skuldu siglað um Skopunarfjørð í tríggjar mánaðar.

Stjórin á Strandferðsluni váttar fyri blaðnum at stovnurin ikki var spurdur til ráðs viðvíkjandi Skopunarleiðini.

– Vit vóru bara sprud um hvat tað fór at kosta í krónum og oyrum um tvey skip, Ternan og Teistin, skuldu røkja leiðina um Skopunarfjørð í senn.

– Tað er óskiljandi at eingin spyr okkum, sum hava serkunnleika á økinum um tað nú er neyðugt ella um onnur loysn hevði verið betur, segði stjórin á strandferðlu í samrøðu við Norðlýsið í seinastu viku.

Landsstýri ikki spurt
Tað er Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, sum løgtingið hevur sett at hava ábyrgd av samferðluøkinum og Strandferðsluni. Hon er burturstødd í løtuni, men ráðið váttar fyri Norðlýsinum at einki samskifti hevur verið við Løgmálaráði um hetta málið.

– Vit hava ikki verið inni í málinum um eykajáttanina til Skopunarleiðina. Tað málið hevur løgtingið tikið sær av og landsstýriskvinnan hevur ikki verið eftirspurd, varð sagt úr Løgmálaráðnum, sum eisini umsitur samferðslumál.

Ternan sett inn í seinastu løtu
Fríggjadagin 30.maj var fíggjarlógin til endaliga viðgerð í løgtinginum og tá tilmælið frá fíggjarnevndini kemur á borði í løgtinginum kl. 03 leygarmorgunin eru tvær milliónir krónur settar av til Strandfaraskip landsins.

Í ilmælinum frá Fíggjarnevndini stendur stutt og greitt:
"Ternan skal setast inn saman við Teistanum at røkja rutuna um Skopunarfjørð í eitt 3 mánaða skeið um summarið!"

Fíggjarlógin varð samtykt tá sólin kom upp úr havsbrúnni leygarmorgunin og samstundis kundi leiðslan á Strandferðsluni staðfesta at nú skuldu baði Teistin og Ternan í tríggjar mánaðar røkja siglingina um Skopunarfjørð.

Í løtuni kannar Strandferðslan hvussu vilji løgtingsins kann førast út í lívið, men sambært stjóranum er hetta ein tung loysn, sum ikki er serliga praktisk.

Eftir stendur at avgerðin um at seta Ternuna og Dúguna at sigla pendulfart tvørtur um Skopunarfjørð er tikin uttan um allar ráðgeving og uttan samskiftið millum politisku skipanina og tey sum varða av strandferðsluskipunum.


Sí samrøðu við stjóran á strandferðluni