Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindi úr býráðnum: Kl. Býráð játtað Kr 400.000,- til bygging av blákrossheimi á Nesi

John William Joensen

Á býráðsfundinum hóskvøldið tann 19. juni samtykti Klaksvíkar Býráð at játta Kr 400.000,- í stuðli til nýggja heimið, sum Blái Krossur Føroya ætlar at byggja á Nesi í Eysturoynni.

Tað er nokkso rúm tíð síðan, at heimasíðan hjá Bláa Krossi Føroya, www.blakross.fo, skrivaði, at Blákrossheimið, sum í nógv á hevur verið í Tórshavn, flytir  haðani og inn á Nes í Eysturoynni.

www.klaksvik.fo skrivar, at Klaksvíkar Kommuna, eins og allar kommunur í Føroyum, hevur móttikið umbøn um fíggjarligan stuðul til bygging av nýggjum Blákrossheimi.

Søkt verður um Kr. 400.000,- í stuðli frá Klaksvíkar Kommunu.

Sosiala Deild vísir á, at talan er um eina verkætlan, sum eisini kemur okkara borgarum til gagns.

Sosiala Nevnd mælir á fundi tann 11. juni til at geva tilsøgn um stuðul upp á Kr. 400.000,- sum fellur til gjaldingar, tá ið byggingin er liðug, og Fíggjarnevndin tekur á fundi 16. juni undir við Sosialu Nevnd.

Á býráðsfundinum hóskvøldið tann 19. juni samtykti býráðið at taka undir við tilmælinum, og at tilsøgnin verður galdandi í 5 ár.