sigur John Jóhannesen, løgtingslimur, eftir at hann og konan avgjørdu at ríma úr flogfari hjá Atlantic Airways í Keypmannahavn sunnukvøldið.
Sunnukvøldið skuldi fullsett flogfar hjá Atlantic Airways fara úr Keypmannahavn kl. 17:45, men av tí at tvey ferðafólk vantaðu valdi flogskiparin at bíða.
Ferðafólkini vístu seg at verða løgtingslimurin John Jóhannesen og konan, sum høvdu tríggjar mánaðar gomlu dóttur sína við.
Tá løgtingslimurin kom inn í fullsetta flogfarið varð klappað og onkur speisk viðmerking fall eisini.
Kona løgtingsmannin gjørdi bart og vildi úr aftur flogfarinum og hóast tingast var óført við manningina, varð endin tann at løgtingslimurin saman við familjuni rýmdi í land aftur.
Flogfarið fór ikki úr Keypmannahavn fyrr enn kl. 18:20.
Var útskeldað av flogternu
John Jóhannesen sigur við Norðlýsið at talan var um eina sera óhepna hending har flogfelagið hevði skuldina og starvsfólk sýndu óhøviska og óprofessionella framferð.
– Vit fingu upplýst frá flogfelagnum at flogfarið fór av stað kl. 18:45.
– Hetta skuldi vísa seg at verða skeivt tí fráferðin var sett at verða kl. 17:45.
– Meðan vit taka okkum av løttum í Kastrup verður ringt til okkum og sagt, at flofarið stóð og bíðaði eftir okkum.
– Hetta kom sjálvandi óvart á og vit skundaðu okkum út til flogfarið, men á veg inn í flogfarið verður konan útskeldað av eini sera óhøviskari og óprofessionellari flogternu.
– Komin inn í flogfarið verður klappa eftir okkum og hetta var kanska vantandi.
– Men fyri konu mína, sum hevði eitt tríggjar mánaðar gamalt barn í føvninginum var hetta ovboðið.
– Vit avgjørdu at fara í land aftur og eg kontaktaði beinanvegin leiðsluna í Atlantic Airways og gjørdi vart við mína misnøgd við viðferðina.
Fekk ein góðan enda
John Jóhannesen sigur at leiðslan í Atlantsflog tekur málið í størsta álvara.
– Eg má siga at leiðslan í Atlantsflog tók málið í stórum álvara, tí umframt at tey beinanvegin útvegaðu okkum pláss í øðrum flogfarið, so fingu vit eina góða máltíð frá felagnum meðan vit bíðaðu í Kastrup.
– Tá vit so endiliga vóru á veg til Føroyar var ikki lendandi í Vágum vegna mjørka og vit endaðu í Íslandi.
– Eg má undirstrikað at leiðslan og annars leiðslan í Atlantsflogi og manningin á seinra flogfarinum góvu okkum eina frálíka tænastu og hóast vit endaðu í íslandi so høvdu vit ein framúr góðan túr.
John Jóhannesen sigur at tey hava ikki hoyrt meira uttan tað at leiðslan í Atlantsflog er í ferð við at kannað tilburðin.




