Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vodafone Passport

Tíðindaskriv

Bert ein mánað eftir at Vodafone við Europrice lækkaði kostnaðin á roaming samrøðum munandi, bjóðar Vodafone nú eitt tilboð, ið lækkar prísin upp aftur meira, tí føroyingar fáa nú atgongd til Vodafone Passport.

Vodafone Passport er kollveltandi tænasta, har føroyskir kundar hjá Vodafone ringja fyri heimaprís, tá ið teir ferðast í Evropa. Tænastan er galdandi í 32 evropeiskum londum, ið umboða útivið 85% av øllum føroyskum fartelefonsamrøðum uttanlands.

Spar upp í 70%

Við Vodafone Passport sparir kundin upp í 70% í minuttgjaldi. At ringja heim til Føroya kostar bert kr. 1,50, at ringja millum Passport londini kostar bert kr. 1,99, og fyri móttøkur av uppringingum verður einki minuttgjald goldið. Fyri allar samrøður er galdandi, at kundin rindar eitt byrjanargjald á kr. 7,50 fyri hvørjar 20 minuttir, ið samrøða varir.

Hvussu?
Fartelefonkundar hjá Vodafone, sum hava fast hald, kunnu melda til Vodafone
Passport við at ringja 20 20 20. Til ber eisini at melda til tænastuna á vodafone.fo/passport ella við at støkka inn á gólvið í einum av handlum okkara.

Fyri at fáa ágóðarnar av Vodafone Passport er neyðugt at skifta Kall simkortið
um við eitt simkort frá Vodafone. Sí meira um hetta á www.vodafone.fo/sim

Vodafone Passport er galdandi í hesum londum
Belgia, Bretland, Bulgaria, Danmark, Estland, Eysturríki, Finnland, Frakland,
Gibraltar, Grikkaland, Holland, Írland, Ísland, Italia, Kekkia, Kýpros, Lettland,
Liktinstein, Litava, Luksemburg, Malta, Noreg, Pólland, Portugal, Rumenia,
San Marino, Slovakia, Slovenia, Spania, Svøríki, Týskland, Ungarn.

Gjøld
Byrjanargjald pr. 20 minuttir:………………………………………………………… kr. 7,50
Minuttgjald til Føroya:………………………………………………………………….. kr. 1,50
Minuttgjald millum Vodafone Passport lond:…………………………………… kr. 1,99
Móttøka av uppringing í útlondum pr. 20 minuttir:……………………………. kr. 7,50
At senda sms, pr. stk:…………………………………………………………………….. kr. 4,50
At móttaka sms, pr. stk:…………………………………………………………………. kr. 0

Prísdømi
At ringja úr Danmark heim til Føroya og tosa í 20 minuttir.

Euro prísir: 20 min. á kr. 4,57:………………………………………………….. kr. 91,40
Passport: 20 min. á kr. 1,50 + byrjanargjald á kr. 7,50:…………………….. kr. 37,50
At spara:……………………………………………………………………………………… kr. 53,90

Harleywoodpaint