Hetta sigur Símun Gullaksen,kongsbóndi í Hattarvík.
Vanliga merkti er 100 til 200 lundapisur um árið, men seinastu tvey árini havi eg onga merkt.
Símun Gullaksen sigur, eins og menninir á Viðareiði, at tað sær heilt annarleiðis út fyri lundanum í ár. Eg kann gott siga, at seinastu tvey árini hava vit ikki sæð sildbera, men í ár sýnist nevið á teimum at vera væl fyri.
Vit eru ikki væl mannaðir her úti og hartil hevur ættin ikki verið góð, men tað hevur tó bragda hjá onkrum her á bakkanum og tað er forkunnugt. Enn hava menn ikki verið í Urini og um høgættin fer at halda áfram, so er ikki atkomandi hjá báti har.
Nakað av dimmilunda hevur verið á flogi her við bakkan, og onkur fekk 19 lundar nú eitt kvøldið og teir siga mær, at sildberin hevur fong við heim.




