Hóast øll fakfeløg seinasta árið hava gjørt sáttmálar, sum hava givið lutfalsliga stóra lønarhækking er hetta verri enn so nóg mikið í mun til stóra prísvøksturin, skrivar Samtak
Tað er serliga matvøra og olja, sum er dýrkað. Umframt hetta hava vit seinastu árini eisini sæð ein stóran vøkstur á húsaprísunum.
Ógvusligu príshækkingarnar gera tískil, at flestu løntakarar í dag eru fátækari enn tey vóru fyri einum ella tveimum árum síðani.
Umframt at oljuprísirnir eru methøgir, loysir tað seg í dag betur at framleiða orku enn t.d. at gera mat burturúr korni, hetta hevur havt við sær at prísir á korni, mjøli o.t. eru øktir nógv seinasta árið. Hetta sæst eisini aftur í prísunum á gerandisvøru, sum ávirkast av hesum.
Prístalið er fyri 2. ársfjórðing 2008 komi upp á 116,4.
Prísvøksturin síðani 1. ársfjórðing í fjør, tá ið prístalið var 107, 5 er sostatt meir seinastu 15 mánaðirnar enn prísvøksturin hevur verið frá 2001 til 2007.
Tað ber ikki til, at gera nakað við altjóða prísirnir á eitt nú korni og olju, men landið hevur kortini møguleika umvegis mvg skipanina at ávirka prísirnar á gerandisvørum umframt at avtaka avgjaldið á olju til húsarhaldini.
Skattaskipanin
Spurningur er, um fólk yvirhøvur hava ráð at liva – hetta er serliga galdandi fyri tey við lægstu lønunum, tey sum hava sett búgv seinastu árini, lesandi, óarbeiðsfør og fólk, ið liva av veitingum frá tí almenna.
Seinastu árini er ein alsamt størri partur av skattainntøkunum í landinum komin inn í avgjøldum, men avgjøldini eru ikki lutfalshækkandi, umframt at størri partur av inntøkuskattinum hjá fólki er umvegis kommunuskattin.
Hetta vil siga, at tey við teimum lægru inntøkunum rinda lutfalsliga nógv í mun til inntøkuna. Bróðurparturin av skatta- og avgjaldsinntøkunum hjá landskassa og kommunum er lutfalsjavnur heldur enn lutfallshækkandi.
Hetta merkir eisini, at breiðastu herðarnir ikki longur bera tyngstu byrðarnar eins og ætlanin annars er í skattaskipanum, sum eru lutfallshækkandi.
Verður mvg’ið á alneyðugum nýtsluvørum lækkað, ger tað tískil stóran mun serliga hjá teimum við meðal og lágum inntøkum, sum hava fleiri børn av forsyrgja.
Lækkið mvg’ið og avtakið oljuavgjaldið
Samtak mælir til at lækka mvg’ið á mjólk, breyð, mjøl, frukt, grønmeti og øðrum neyðugum húsarhaldsvørum fyri at lætta um umframt at avtaka avgjaldið á olju til húsarhaldini.
Henda lækkingin hevði verið tann besti skattalættin, og hetta stig rakar eisini sosialt rætt.
Fleiri lond hava tveir ymiskar mvg satsir – Í Føroyum hevði borið til at varðveitt 25% mvg á flestar vørur og tænastur og so havt eitt lægri mvg á t.d. 10% fyri matvørur sum mjólk, breyð, mjøl, ger o.l.
Fyri húsarhaldið hevði eitt tílíkt tiltak verið kærkomið. Hetta hevði verið ein skattalætti, ið veruliga munaði hjá vanliga húsarhaldinum – serliga hjá teimum, ið hava fleiri børn at forsyrgja.
Hevði mvg’ið lækkað til 10% á neyðugum húsarhaldsvørum, so skuldi forbrúkarin einans rinda 10 kr omaná hvørjar 100 kr í mun til 25 kr, sum tað er í dag.
Verður mvg’ið á alneyðugum nýtsluvørum lækkað minka inntøkur landskassans nakað, men tann inntøkumissur verður uppvegaður við tí stóra gagni hetta hevði gjørt serliga hjá teimum við meðal- og lágum inntøkum. Um neyðugt, so ber til at hækka skattin hjá teimum sum forvinna omanfyri 400.000 kr við at seta eitt ella tvey skattastig inn afturat. Á henda hátt fært tú eisini økt lutfallshækkingina í skattaskipanina




