Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur deildarleiðari á EIK

Oliver Joensen

Aftaná at Eyðun Mørkøre, deildarleiðari hjá Eik í Klaksvík fór í annað starv, varð søkt eftir nýggjum deildarleiðara.

Bjarni Olsen, stjóri sigur, at tey fingu fleiri umóknir og valdu at seta Hilmar Sam Lamhauge av Glyvrum í starv á deildini í Klaksvík eftir umsókn.
Hilmar Sam er 30 ára gamalur, er giftur og eigur tvey børn. Hann hevur roynt sjólívið umborð á m.ø. Grunningi og var leiðari á Statoilstøðina Glyvrum áðrenn hann kom til Eik.
Hjá okkum hevur hann fingið útbúgving í bankayrkinum og hevur klára seg somikið væl, at vit hava valt at seta hann í starvið, sigur Bjarni Olsen, stjóri á Eik.