Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlaøkið verður víðkað

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Kommunan hevur keypt Gl. Tekniska Skúla frá Tekniska Skúla, og í løtuni verður slættað fyri skúlagarði.

Tað er nakað síðan, at kommunan og Tekniski Skúli gjørdu avtalu um, at kommunan skuldi yvirtaka Gl. Tekniska Skúla, tí hesin liggur í skúlaøki kommununnar.

Serliga nú Skúlin við Ósánna skal høvuðsumvælast, er tørvur á størri plássi til skúlans virksemi, og tað kemur tí væl við, at skúlin fær hendur á Gamla Tekniska Skúla.

Í løtuni verður arbeitt við at taka niður eini sethús, sum stóðu ímillum verandi Ósáskúla og Gl. Tekniska Skúla. Í fyrsta umfari verður skúlagarður á tí økinum, samstundis sum hetta bindur økið og bygningarnar betur saman.

Arbeiðið við útbygging av Ósáskúlanum fer fram í løtuni.