Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaheilsa: Renna fyri 10. ferð

John William Joensen

Í dag kl. 14.00 verður runnið fyri heilsuna fyri 10. ferð í summar

Tiltakið hevur fingið avbera góða undirtøku síðani tað byrjaði og higartil hava eini 1700-1800 fólk verið við, og flestu ferðirnar hevur veðrið verið av tí allarbesta. Øll sum hava luttikið eru sera glað fyri tiltakið. 

Tað hava verið 2 rutur, sum skifst hevur verið ímillum. Vanliga rutan er út á Skarðhamar at venda, men tá jarðarferð hevur verið leygardag, so hevur rutan gingið norður á Grønaból at venda og aftur til Sportmaster.

Nógv hava fingið gávu fyri at hava luttikið 5 ferðir, so spennandi verður um tað verða fleiri, sum fara at fáa gávu í dag fyri at hava luttikið 10 ferðir. 

Umframt gávuna so fáa allir luttakarar eisini ein lutaseðil har tilber at vinna eitt vikuskifti fyri 2 í Reykjavík. Lutaseðilin er stuðlaður av Fonn Flog, EIK, Sportmaster, KBI og Treysti.

Tað eru Sportmaster, EIK og Treysti, sum skipa fyri tiltakinum. Klaksvíkar Kommuna letur frukt til tiltakið.