Ólavsøku útrokningin hjá Løgmanni, viðvíkjandi toskinum, hevur helst havt ov høga promillu.
Ólavsøku tokan hevur uttan iva fjalt mangan sannleika. Men toska fiskaríið á landgrunninum, hevur ein sterkari sannleika, ið Ólavsøkutokan ikki kann fjala.
Hetta er veruleikin handan tokutaluna hjá løgmanni.
Løgmaður metur, at vit longu um 3 ár, kunnu stationera fiskaríið við 30.000 tons av toski um ári á landgrunninum. Lat okkum hyggja at, hvussu lítið innlit Løgmaður hevur í okkara høvuðsvinnu.
Øll hesu hagtøl eru tøk á www.fve.fo. So tað eru sokallað vísundalig tøl, ið eg her leggi fram.
Frá 01.09.2002 hava hagtølini fyri línuskipini í bólki 3 sæð soleiðis út, samanborið við heildarveiðuna.
Meðal veiða eftir toski hjá bólki 3 5.080 tons um ári
Meðal samla veiða hjá bólki 3 15.908 tons um ári
Samanborið var samlaða veiðan eftir toski,
hjá øllum flotanum 20.410 tons um ári
Línuflotin hevur fiska 3.223 dagar meðal pr. Ár
Meðal kg/pr. Fiskidag í bólki 3, varð fiska 4.900 kilo
Í prosentum hevur bólkur 3
fiska av samlaðu toskaveiðuni. 24,8%
Toskur ið er ein rímiliga stabilur partur
av heildarveiðuni hjá bólki 3 hevur ligið um 31,9%
Fiskiári 2007/08 vóru tillutaðir fiskidagar 3.439 á landgrunninum
Á Føroyabanka vóru tillutaðir 685 á Føroya banka
Nú verður Bankin ætlandi stongdur og restin av døgunum skal skerjast 50%.
Hetta gevur okkum fyri fiskiári 2008/09 1.719 dagar á landgrunninum
Løgmaður metur, at vit um 3 ár, fiska 30.000 tons av toski á landgrunnunum.
Bólkur 3 kemur væntandi framvegis at fiska 24,8% av hesum toski.
Tá ið toskurin bert telist 31,9% av heildarveiðuni hjá bólki 3, ja so síggja vit hvussu forpurra roknistykki er við einum fiskidagatali uppá 1.719 dagar.
Hetta gevur eina meðal fiskidag uppá 14.000 kilo. Ongastaðir í heiminum kenna vit eitt fiskifelt, við slíkum stabilum rok fiskaríið.
Ein ið berjist móti dugnaloysi.
www.eydstein.fo




