Fíggjarmálaráði skal nú taka støðu til um kravið, sum Fiskimálaráði, vegna landskassan, gjørdi galdandi í skiftirættinum í 2006 móti felagnum hjá Fiskimálaráðharranum -uppá 41 milliónir krónur – skal sleppast
Landskassin hevur gjørt kravið galdandi
Tvingsilssølan av Napoleon var tann 24. mars kl 13:30 2006 og í skjalatilfarið, sum vit hava fingið innlit í frá Fiskimálaráðnum stendur at Landskassin gjørdi kravið á 41.453 milliónir krónur galdandi.
Hetta váttar baði advokaturin hjá Fiskimálaráðnum og Bjørn á Heygum advokatur og nevndarlimur í Kongshavnar Útgerðarfelag (bræv 29. september 2006).
Napoleon bleiv seldur á tvingsulsølu tann 24. mars 2006 til Føroya Spariakssa fyri 6,3 milliónir – sum júst var nóg mikið at rindað sjóveðið.
Í skiftirættinum hendan dagin umboðaði Poul Hansen, advokatur, Føroya Landsstýri og gjørdi krav landskassans á 41.453 mill. kr. galdandi móti
Nú fer fíggjarmálaráði møguliga at sleppa kravinum móti reiðarríðinum
Hóast málið um Rækjuskipið Napoleon hevur ligið í fíggjarmálaráðnum í fleiri mánaðar – so er málið framvegis ikki greitt hjá landsstýrismanninum at avgreiða.
Orðsøkin er at advokaturin hjá reiðarríðinum – Bjørn á Heygum – hevur sent fíggjarmálinum umsókn um at fáa staðfest um reiðarríði í heilatikið skyldar landskassanum pening? – Sambært umsóknini er ivi sáddur um hetta í niðurstøðu sum bólkurin kom til fyrr í ár.
Landsstýrismaðurin hevur sett eina 3-mannanevnd – men hon hevur útmerkað seg við at arbeiða sera seint. Tað tók henni næstan 1 ár seinast hon var sama – og nevndin hevur enn ikki viðgjørt umsóknina frá advokatinum.
Í 3-mannanevndini sita: Annfinn V. Hansen, Juianna Klett og Sjúrður Horsdal.




