Angela & Hannibal, gyklari, eldblásari, fimleikarar og mangt annað kann upplivast á pallinum í Silvalandi á Summar Festivalinum.
Nú er skráin til Silvalandið á Summarfestivalinum klár, og hon er teldutøk á á heimasíðuni hjá Summar Festivalinum og á Flags.
Nógv spennandi undirhald er á pallinum í Silvalandi, og burtur úr rúgvuni kann millum annað nevnast: gyklarar, fimleikarar, eldblásarin, Angela og Hannibal, Oskar og mangt annað.
Umframt alt hetta, eru hópin av básum, ið bjóða andlitsmáling, flættir, klæðir, góðgæti, karekaturteknarar og myndatøku. Í sjálvum Silvalandinum eru hoppiborgir, bungeerun, hestaríðing, klatriborg, Safariland, mega stórt fótbóltsspæl, hundahús, rodeohestur, minitog, spider man og forðabreyt.
Silvanlandið er í ár størri enn nakrantíð – og tað stuttliga verður enn stuttligari.
Sí:
www.summarfestivalur.fo




