Søgur hava gingið um, at útselt er til Summarfestivalin 08, men so er ikki, sigur Steintór Rasmussen.
Nógv atgongumerki eru seld til Summarfestvalin, men tó eru enn atgongumerki eftir.
Fyrireikararnir hava roknað við at kunna selja um 8000 atgongumerki og higartil eru gott 7000 seld. Tað kann væl vera at atgongumerkini eru útseld á onkrum sølustøðum, men so er at finna tey aðrastaðni, sigur Steintór Rasmussen.




