Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grundaður ivið sáddur um vísindaliga viðrið í tilráðingunum frá Fiskirannsóknarstovuni og fiskiorkunevndini.

John William Joensen

Hetta viðgongur stjórin á Fiskirannsóknar stovuni í samskifti við Landstýri og Fiskiorkunevndina, sum Norðlýsið hevur fingið innlit í

Tann 17. juli 2008 handaði Kjartan Hoydal, formaður í Fiskiorkunevndini – Landsstýrinum eina ískoytisfrágreiðing til tilmælið frá Veiðuorkunevndini.

Í Ískoytistilmælinum kemur fram at grudaður ivi er um vísindaligu dygdina í tilmælinum frá Fiskirannsóknarstovuni.

Eisini kemur fram at Fiskirannsóknarstovan hevur noktað at útvega hagtalstilfar, sum er sera týðandi fyri viðgerina í Fiskiorkunevndini.

Upprunaliga var tað kanadiski fiskifrøðingurin J.J. Maguire, sum hevði gjørt útrokningarnar, men hann fekk ikki arbeitt víðari, tí honum vantaði ymisk tal-tilfar.

At Kjartan Hoydal – formaður í Fiskiorkunevndini metir hetta tilfar at hava alstóran týdning – kemur greitt fram í samskiftinum.

Tilfarið, sum víst verður til, var grundarlagið undir hvussu nógvir fiskidagar vóru tillutaðir teimum ymisku skipabólkunum fyrsta fiskiárið fiskidagaskipanin var í gildið.

Hjálti vildi ikki akta boðum úr fiskimálaráðnum
Í frágreiðingini stendur skrivað at Fiskimálaráði heitti á Fiskirannsóknarstovuna um at endurtaka útrokningarnar, við tilfarið fram til 2007 – men hesum vísti stórin á Fiskirannsóknarstovuni aftur.

Í teldubrævið til Fiskimálaráði tann 20. juni 2008 skrivar Hjálti í Jákupsstovu at hann er misnøgdur við at landsstýrið hevur sett eina nevnd at kannað fiskiorkuna og hann undirstrikar at vísindaliga tilfarið undir viðgerðini av fiskidøgunum er als ikki nøktandi.

Sitat:,,,,,, fyri at siga tað einaferð enn, so er hagtals-tilfarið, ið er neyðugt fyri at gera útrokningarnar, ikki nóg gott…. og so nevnir stjórin á Fiskirannsóknarstovuni ymisk dømi.

Sitat:,,,,,,Tað er tí ein spurningur, hvussu skilagott tað er at royna at endurtaka útrokingar og mannagongdir, har ikki allar eru kendar.
Undir øllum umstøðum er tað eitt krevjandi arbeiði, sum ikki verður raðfest fram um annað neyðugt arbeiði á Fiskirannsóknarstovnuni og feriu.

Niðurstøðan hjá nevndini er ein lemjandi kritikkur
Í niðurstøðuni, sum Fiskiorkunevndin hevur sent landdstýrinum tann 17. juli verður sagt bart út at trupult er at brúka vísindaligu ráðgevingina…

Sitat:….
Nevndin mælir til at arbeitt verður framhaldandi við talgrundarlagnum, so tað ber til at rokna seg fram ……
…. Í Fiskidagaskipanini eru dagarnir stýrisamboðið, og tað má tí haldast at vera sera øvugt, at tað at kalla ikki ber til burtur úr vísindaligu ráðgevingini at binda saman fiskidagar hjá teimum skipabólkunum, sum eru í lóg um vinnuligan fiskiskap, og veiðitrýsti.
Tað sama er at siga um hitt høvuðsstýringsamboðið í skipanini, stongdu leiðirnar…..


Frágreiðingin hjá fiskiorkunevndini er undirskrivað av formanninum – Kjartan Hoydal.

Tølini, sum m.a. formaðurin í Fiskiorkunevndini hevur roknað seg fram til benda á at fiskidagaskipanin er burðardygg – men tølini eiga at verða tikin við fyrivarni verður sagt í samskiftinum við landsstýri.

Tað er eisini týðuligt at Fiskiorkunevndin er misnøgd við samstarvið við Fiskirannsóknarstovuna og mótviljan hjá stovninum at hjálpa til við arbeiðinum at rokna út veiðutrýsti.

Harleywoodpaint