Fyrireikingarnar til Føroya Sjómannadag 2008 og hundraðárahátíðarhaldi hjá Klaksvíkar Kommunu eru í fult sving.
Eins og á undanfarnu Sjómannadøgunum er ætlanin, at ein grindahvaldur verður skorin upp, samstundis sum greitt verður frá hesum. Hetta tiltakið hevur verið væl eydnað seinastu árini og hevur mangur útlendingar forvitnisliga spurt spurningar til frásøgufólkið.
Men í ár hava fyrireikararnir rent seg í ein trupulleika.
Eingin hvalur
Av tí at eingin grind hevur lagt beinini í ár, er tiltakið hótt: eingin hvalur er at sera upp.
Fyrireikarnir hava ringt til persónar, sum møguliga hava havt ein frystan hval liggjandi, men enn hevur ikki eydnast at fáa hendur á einum hvali.
Men, sum øllum kunnugt, so eru rímiliga góð sannlíkindi fyri, at grind leggja beinini hesa ársins tíð, so fyrirreikarnir vóna, at fingið verður fatur á einum hvali.
Um tað ósannlíka er tilfeldið, at onkur liggur inni við einum frystum hvali, sum kann donerast til endamálið, frætta fyrireikararnir gjarna.




