Í lýsingini í morgun løgdu línubátar, útróðrarbátar og trolbátar frá kaj í Klaksvík og Eysturoynni. Málið var at fara til Havnar at vísa sína ónøgd.
Fiskimenninir kenna at ongin lurtar eftir teimum, og ónøgdin við politikararnar og teknokratarnar er sera stór.
Tá Norðlýsið var á Kósabrúnni ímorgun um 5 tíðina, varð rópt: "Nú síggja tit, hetta er flotin, halda tit at hesar skúturnar oyða nakran fiskastovn?".
Av Klaksvík fóru tveir av størri línubátunum, Klakkur og Jakup B, síðani útróðrarbátarnir Bragd, Søkin, Báran, Líðhamar, Bjørgvin, Kallanes og onkur afturat. Tá vit tosaðu við teir tá teir vóru komnir í fjørðin, søgdu teir, at teir sóu fleiri bátar úr Eysturoynni á veg til Havnar.
"Vit fara at vísa okkara ónøgd og vóna at lurtað verður eftir okkum", varð sagt ímorgun.




