Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brimil á Klaksvík við Dýrindal

Oliver Joensen

Vaktarskipið Brimil kom á Klaksvík ímorgun við trolbátinum Dýrindal upp á sleip.

Dýrindal hevur roynt norðanfyri, men fekk eitthvørt um skrúvuna í nátt. Frá Brimli verður sagt, at Dýrindal ikki hevur fingið egið trol um skrúvuna, men eitthvørt annað, ið helst hevur rikist á havinum norðanfyri.