Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LonelyPlanet.com skrivar um Klaksvík: Føroya Bjór, Dragin og Leikalund seta Klaksvík á ferðamanna-heimskortið

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Tíðindamaður frá LonyPlanet.com skrivar jaliga um møguleikar fyri ferðafólk í Klaksvík, har Føroya Bjór, Dragin og Leikalund verða tikin fram saman við stórlignu náttúruni kring býin.

Miðlarnir lonelyplanet.com og miamiherald.com skriva um Føroyar, har Klaksvík fyllir sín stóra part av umrøðuni:

– Í Klaksvik, Føroya næsti ’býur’, kundi tú fari á vitjan í landsins fremsta bryggjaríi (eftir avtalu), farið ein túr í einari vakrari slupp, ella tikið ein lætta fimm korter langan gongutúr upp á Klakk, haðani útsýnið yvir firðir og fjøll av sonnum er inspirerandi

– Men gloym ikki Leikalund (Klaksvíksvegur 82; www.leikalund.com). Fast í Klaksvíkar sjarmerandi, lítla fornminnasavn bjóðar hendan forkunnuga bóka- og tónleikabúðin/kafé’in gestinum eisini eitt bakrúm, har live tónleikur eisini av og á kann upplivast.

Sjómansheimið & Hereford
nevnd millum ferða-tipsini

Nevndu miðlar nevna eisini nøkur uppskot (travel-tips) til ferðafólk, sum ætla sær til Føroya á vitjan, har ein av gistingarmøguleikunum er Klaksvíkar Hotel Sjómansheim, sum tíðindamaðurin gevur gott skoðsmál, bæði fyri góða staðseting mitt í býnum og fyri gott útsýni, serliga norðureftir.

Hann mælir samstundis gestunum til at fara á vitjan í Hereford Steakhouse, sum liggur beint við, har hann heldur, at matstovan hevur eina hugnaliga atmosferu.