Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mótmælisskriv til Føroya Sjómannadag

John William Joensen

Gjárakvøldið móttók Føroya Sjómannadagur eitt mótmælisskriv frá reiðarum, línu-, útróðrar- og trolmonnum har gjørt verður greitt at teir ikki ynskja at síggja Tórbjørn Jacobsen á Føroya Sjómannadegi

Tíðindaskriv frá Føroya Sjómanndegi

Sum sigur er hevur landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, á hvørjum árið sett Føroya Sjómannadag – eins og formaðurin í vinnunevnd løgtingsins handar heiðurstekin til bestu skip og bátar.

Gjárakvøldið móttók Føroya Sjómannadagur soljóðandi skriv við 50 undirskriftum:

Til nevndina í Føroya Sjómannadegi
Undirritaðu fiskimenn og reiðarar vilja hervið siga frá, at vit halda at frálíka tiltakið við einum sjómannadegi, ikki skal oyðileggjast av, at sitandi fiskimálaráðharri, ið heilt ókritiskt hevur valt at oyðileggja okkara fiskidagaskipan, skal seta ráðstevnuna.

Um sjómannadagurin framhaldandi skal verða ein hátíðardagur, væl stuðlaður av fiskivinnuni, vóna vit, at nevndin fyri sjómanndagin velur at biða annað umboð seta sjómannadagin.

———-

Seinri í dag fer nevndin á fundi at viðgerða brævið.