Sjómanstak á Føroya Sjómannadegi: Vinnur Obin á triðja sinni
Í harðari kapping við fyrrverandi klaksvíkingin, Ásmund Joensen, nú búðsitandi í Vestmanna, vann Obin Poulsen annað árið á rað FM í sjómanstaki.
Kappingin í fjør var merkt av færri luttakarum enn undanfarin á, men hetta merkti ikki dygdina á sjálvari kappingini, tá fyrrverandi meistarin, Ísak Petersen (2005) umframt meistaran sjálvan møttu til dyst. Afturat teimum hevði Ásmundur Joenen og Jónleif Bólstein teknað seg til styrkiroyndina.
Hálvfinalurnar
Lutakasti um hvør skuldi møta hvørjum í innleiðandi umfarinum fall soleiðis, at Ásmundur og Jónleif skulu boyggja alboga og Obin og Ísak skuldu møta hvørjum øðrum. Sostatt var lagt upp til, at sitandi meistarin Obin og fyrrverandi meistarin skuldu møttust í hálvfinaluni.
Dysturin var sera spennandi og drúgv tíð gekk, áðrenn vinnarin var funnin. Frásøgumaðurin John W. Joensen dugdi sera væl at greiða frá og fekk hann veruligt lív í áskoðarafjøldina. Eftir harðan dyst endaði sjómanstakið millum Obin og Ísak við, at miðvingurin vann sær sæti í finaluna.
Í hinari hálvfinaluni vann Ásmundur Joensen á unga Jónleif Bólstein, sum vit vónandi fara at síggja aftur í ár, og sum vísti góðar dygdir.
Finalan
Harvið var klárt til eina finalu millum Obin og Ásmund, sum vísti seg at gerast tann mest spennandi og javna styrkisroyndin í allari kappingini.
Teir báðir armsterku garparnir vóru eftir øllum at døma so javnir í styrki, at hvørgin megnaði at fáa armin hjá hinum niður á borðið, og fleiri ferðir mátti kappingarleiðarin steðga dystinum tí armarnir fóru á glið á borðinum, og so mátti byrjast aftur.
At enda avgjørdi leiðarin, at dysturin skuldi avgerast við, at áskoðarafjøldin skuldi telja frá tíggju og niður á null, og tann finaluluttakarin, sum tá hevði armin nærri sínari síðu hevði vunnið føroyameistaraheitið 2007.
Tá avtornaði var tað Obin, sum var tann sterkasti og vann hann harvið føroyameistaraheitið.
Roknað verður aftur í ár við sera harðari og spennandi kapping.
Úrslit frá Føroya Sjómannadegi 2007
1. Obin Poulsen
2. Ásmundur Joensen
3/4. Ísak Petersen og Jónleif Bólstein




