Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj standmynd avdúkað á Kl. Bókasavni: Joel Cole: Standmyndin er ein máti at siga takk

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

– Standmyndin er ein máti at siga takk, Takk til Klaksvík, familjurnar og vinirnar, segði Joel Cole, tá ið standmynd hansara hóskvøldið varð avdúkað.

Hóskvøldið var hátíðarløta á Klaksvíkar Bókasavni, har Kristian Fríðrik Olsen, varaborgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, avdúkaði eina standmynd, sum Joel Cole hevur latið kommununi í sambandi við 100-ára hátíðarhaldið.

Eftir avdúkingina greiddi Hanus Kjølbro frá standmyndini, hvat hon merkir, og um søguna aftan fyri hana, hvussu Joel kom til Føroya og Klaksvíkar, her hann m.a. búði í heiminum hjá Hanusi og teimum.

Hendan løtan á bókasavninum, sum var fullsett av fólki, var sera hugnalig, har skráin fevndi um bæði felagssang og framførslur av Kvinnukórinum Suð, ið sang nakrar góðar – eisini onkrar disharmoniskar – føroyskar sangir.

Seinastur at fáa orðið var listamaðurin sjálvur, Joel Cole, sum í stuttari røðu m.a. segði, at hendan standmyndin er ein máti at siga takk. Takk til Klaksvík, familjurnar og vinirnar.