Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Sjómannadagur 2008 er tilreiðar: Stengurnar klárar!

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Meðan mánin speglar sær í vánni, stendur Føroya Sjómannadagur tilreiðar at taka ímóti gestum.

Tað er fríggjakvøld á Stongunum í Klaskvík, og mánin speglar sær í silvitninum á vánni.

Í kvøld síggjast ongir útróðrarmenn gera klárt at fara til útróðrar ella at egna í skúrunum, tí í kvøld stendur tað stóra morgunmatarborðið, pallarnir og tjøldini norðuri á Stongunum – til reiðar at taka ímóti sjómannadagsgestunum.

Veðrið er gott, næstan ikki eitt lot, meðan fyrireikararnir kvikliga stákast millum tey ymisku støðini og fáa tað seinasta upp á pláss.

Sambært veðurforsøgnum fer hetta góða, milda veðrið at halda sær allar dagtímarnar sjálvan sjómannadagin, leygardagin.

Talið av gestum tey undanfarnu árini hevur verið fleiri túsund, so roknast kann við gestum.

Dagurin byrjar annars við einari standmynda-avdúking í Vágstúni kl. 09:45, men eftir tað tekur Føroya Sjómannadagur av álvara yvir, har byrjað verður við setanini kl. 10:30, áðrenn borgarstjórin sigur “gerið so væl” til tað stóra kaffiborðið á Stangarbrúnni.

Síðani verða tiltøkini slag í slag allan dagin á tamb.

Nú er bara at bíða … spennandi verður.

Harleyfacadeacryl