Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tórbjørn og Heini á Føroya Sjómannadag

John William Joensen

Kl. 10.30 leygarmorgunin verður stórt kaffiborð á Stangabrúnni har borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, bjóðar vælkomin og landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, Tórbjørn Jacobsen, setur Føroya Sjómannadag

Kl. 10.30 leygarmorgunin verður stórt kaffiborð á Stangabrúnni har  borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, bjóðar vælkomin. 

Síðani fer landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, Tórbjørn Jacobsen, at seta Føroya Sjómannadag.

Kl. 17.00 byrjar FM í egning og tá FM meistarin er funnin verður kappast millum Føroyar, Ísland og Norra um HM í egning.

Síðani verður steypahandan til bestu skip og bátar í Føroyum.
Formaðurin í vinnunevnd løgtingsins, Johan Dahl, hevur fingið forfall og í staðin verður tað næstformaðurin í vinnunevndini, Heini O. Heinesen, sum kemur at siga nøkur orð og handa heiðurstekin.

Síðani endar, Niclas Heri Jákupsson, Føroya Sjómannadag .

FØROYA SJÓMANNADAGUR