Av tí at útselt var til Grýtuna í dag kl. 15:00, verður ein seinasta eykasýning í kvøld kl. 20:00
Sløkkiliðsmeistarin hevur givið loyvi til at Klaksvíkar Sjónleikarafelag kann hava eina seinastu eykasýning í kvøld kl. 20:00.
Gunnar Nolsøe, sum var ein av teimum, sum sá sýningina kl. 15:00 í dag, sigur í stuttaru viðmerking, at Gloymda Grýtan er sera, sera, sera góð og fær fimm babu av fimm møgiligum!
Forsøla av atgongumerkjum er í Shelstøðini.




