Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýrið fer nú at viðgerða blokkniðurskurðin

John William Joensen

– Sum landsstýrismaður í fíggjarmálum fari eg at leggja avtaluna um blokkniðurskurð fyri komandi landsstýrisfund, sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri

Samgongan hevur ætlað at skerja blokkin við 117 milliónum krónum og samráðingarnar við donsku stjørnina verða fyrsta dagin.

– Á hvørjum árið ger landsstýrið eitt tilmælið til donsku størnina, sum síðani setir blokkin á donsku fíggjarlógina.

– Sum fíggjarmálaráðharri havi eg ábyrgd av at standa fyri hesum arbeiðinum og uppskotið um at skerja blokkin verður lagt fyri landsstýrisfundin sum eftir ætlan skal verða í vikuni.

– Í løtuni er politiska støðan eitt sindur ógreið – men eg rokni við at vit hava funnið eina loysn áðrenn dagurin er liðugur og so kunnu vit halda fram við arbeiðinum, sigur Karsten Hansen í stuttari viðmerking.

Samráðingarnar við donsku stórnina eru altíð um heysti og sambart landsstýrismanninum í fíggjarmálum eru føroysku myndugleikarnir klárir at koma við einum tilmælið.