Sunnudagin vunnu KÍ-kvinnurnar 2-0 á AB á Injector Arena og skulu bert hava 2 stig afturat fyri at vinna sítt 9. FM-heitið á rað.
KÍ-kvinnurnar vunnu ein tryggan 2-0 sigur á AB á Injector Arena sunnudagin.
Tað var Olga Kristina, sum legði KÍ á odda í 14. minutti eftir eitt væl spælt álop, sum endaði við at Sigrid sendi bóltin innfyri, og Olga Kristina smekkaði bóltin í netið.
Hóast KÍ hevði bóltin nógv og eisini kom til fleiri kjansir, so eydnaðist tað tó ikki at fáa fleiri mál. AB spældi eisini væl til tíðir, men tær høvdu torført við at leika seg framvið sterku verjuni hjá KÍ, og tískil var tað sjáldan, at Olga í málinum fekk seg roynda.
Í seinna hálvleiki var leikgongdin nøkulunda tann sama.
Tað var KÍ sum hevði bóltin meira, men AB var nú meira við í dystinum, og tær trýstu KÍ longur aftur á vøllin, men tær høvdu framvegis trupult við at spæla seg til málmøguleikar.
Harafturímóti gav hetta meira pláss til KÍ at fara í skjótálop, og tað seinna málið var eisini eftir eitt slíkt, tá Olga Kristina slapp leys í vinstru síðu. Hon fintaði seg fram við tveimum AB gentum, áðrenn hon sendi bóltin innfyri, og við aftari stong kom Tove, og sendi bóltin í málið.
Tað komu ikki fleiri mál í dystinum, og um ein skal takað samanum, so var hetta ein dystur við tveimum liðum sum royndu at spæla fótbólt, hóast tað var trupult við nógva vindinum.
Nù skal KÍ bert hava tvey stig afturat fyri at tryggja sær 9. FM-heitið á rað. Teimum stigunum fara tær eftir komandi vikuskiftið tá tær skulu suður til Vágs.
KÍ – AB 2 – 0 (1 – 0)
1 – 0 Olga Kristina Hansen, 14′
2 – 0 Tove Sólheyg, 71′
KÍ
Olga F. Olsen – Vár Jenny Lydersen, Doris í Garði (Adelheid Olsen, 74′), Ragna Patawary, Ann Olsen – Sigrid Jacobsen, Malena Josephsen, Elsa Maria Simonsen (Sølvá B. Andreasen, 87′), Rannvá Andreasen – Olga Kristina Hansen, Sofía Purkhús (Tove Sólheyg, 65′)
Venjari: Aleksandar Djordjevic
AB
Simona Heinesen – Rudi Rasmussen, Hellen Haraldsen, Asta Magnussen, Vilhelmina Olsen – Ása Christiansen (Valgerð Andreasen, 65′), Kristina Simonsen (Eyðvør Thomsen, 87′), Elin Kathrina Haraldsen, Bjørg Syderbø – Mona Breckmann, Rakul Jógvansdóttir (Sandra Joensen, 78′)
Venjarar: Lennard Pedersen og Hans Eivind Olsen
(Kelda: www.ki.fo)




